Koma á Skála í morgun

Koma á Skála í morgun
Brimil kemur í morgun á Skála við Vesturlandi, sum eldur kom í leygardagin. Eldurin er sløktur, men onkrar glóðir hava verið at sæð
Brimil verður á Skála við Vesturlandi um átta, hálvgum níggju tíðina í morgun
Mynd: FVE  
 
09.01.2017 - 08:08

Seinnapartin í gjár endaðist at fáa ein enda á Vesturland, og um trý tíðina í gjár varð farið at toga skipið til lands.

Líkindi at toga hava verið góð, verður sagt av Brimli í morgun. Eldurin er sløktur, men tó hava onkrar glóðir verið at sæð.

Vesturland var staddur á Føroyabanka, tá eldur kom í skipið um middagsleitið leygardagin. 

SÍ EISINI Illa rakt av eldsbrunum

Einki skip var nærindis, og tað vóru vánalig líkindi hjá tyrluni at fara úr Vágum. Tað tók tyrluni einar 40 minuttir at flúgva til Vesturland. 

Øll manningin, 10 mans, varð fingin upp í tyrluna í øllum góðum. Hon fleyg til Havnar og setti manningina av við Landssjúkrahúsið, tí onkur hevði fingið royk í seg. 

Brimil og Vædderen vóru hjá Vesturlandi í gjáranáttina. Seinnapartin í gjár eydnaðist at seta fast á Vesturland, og Brimil verður á Skála við skipinum um átta ella hálvgum níggju tíðina í morgun. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329