11 ráðharrar í stjórnini

11 ráðharrar í stjórnini
Bara tveir ráðharrar, sum vóru í gomlu stjórnini, halda fram í nýggju stjórnini í Íslandi. Sjey eru menn, fýra eru kvinnur
Íslendingar fáa í dag nýggja stjórn. Bara tveir ráðharrar frá gomlu stjórnini halda fram
 
11.01.2017 - 09:46

11 ráðharrar vera í nýggju íslendsku stjórnini, sum tekur við í dag. Bara tveir ráðharrar hjá Sjálvstæðisflokkinum, sum vóru í gomlu stjórnini, halda fram.

Annar teirra er Bjarni Benediktsson, forsætisráðharri. Sjey teirra, sum gerast ráðharrar í dag, hava ikki verið ráðharrar áður.

Trý teirra hava heldur ikki verið í altinginum fyrr, so tey eru heilt nýggj í politikki. Sjey ráðharrar eru menn, og fýra eru kvinnur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744