Sí video: Rørdur Obama takkaði konuni

Sí video: Rørdur Obama takkaði konuni
Amerikanski forsetin, Barack Obama, beyð í nátt amerikonsku tjóðini farvæl. Konan, Michelle Obama, fekk eina serliga tøkk
Barack Obama var týðiliga rørdur, tá hann í nátt beyð amerikansku tjóðini farvæl, og sendi konuni eina serliga heilsan
Mynd: AP  
 
11.01.2017 - 09:15

Sagt verður, at talan hjá Barack Obama í nátt okkara tíð var einum av bestu talum hansara, talan varð send beinleiðis í amerikonskum sjónvarpi.

Sí brot úr røðuni niðanfyri

Undangongumenn hansara, Bill Clinton og George Bush, hildu báðir sína fráfaringatalu í Hvítu húsunum, men Barack Obama helt sína í stórari ráðstevnuhøll í Chicago, har pláss er fyri 20.000 áhoyrarum. 

Barack Obama nam ikki bara við politikk í røðuni, hann helt í nátt. Konan, Michelle Obama, fekk eina serliga heilsan og tøkk frá Obama, sum hevur níggju dagar eftir í embætinum.

Greinin heldur fram niðanfyri

- Tey síðstu 25 árini hevur tú ikki bara verið kona mín og mamma børn míni. Tú hevur eisini verði mín besti vinur, segði Obama millum annað í røðuni í nátt.

Meðan talan hjá undangongumonnunum vardi í 15 minuttir, vardi talan hjá Obama í slakan tíma. Í talu síni legði hann dent á, at hann í dag er bjartskygdari enn hann var, tá hann vann forsetavalið á fyrsta sinni í 2008. 

Barack Obama tosaði um viðrið í amerikanska frælsinum, og hann mælti amerikanarum til framvegis at luttaka í politisku tilgongdini, at arbeiða fyri frælsi og framburði, og at trúgva uppá tað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Morgunlestur hósdagur 4.juni 2026
208843
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155