Leitingin endaliga steðgað

Leitingin endaliga steðgað
Avstralia, Malaisia og Kina gevast við leitingini eftir MH370-flogfarinum, sum hildið verður datt í havið í mars 2014
Leitingin eftir MH370-flogfarinum hjá Malaysia Airline, sum hvarv fyri skjótt trimum árum síðani, er nú steðgað, boða myndugleikarnir frá
 
17.01.2017 - 09:41

Tað upplýsa stjórnirnar í hesum trimum londum í dag. Flogfarið hvarv av radarum á leiðini úr Kuala Lumpur í Malaisia til Beijing í Kina 8. mars 2014.

Flogfarið er ikki funnið í økinum, har leitað hevur verið. Økið í Indiska havinum er 120.000 ferkilometrar stórt, stendur í tíðindaskrivinum

Ongar nýggjar upplýsingar

- Fram til í dag hava vit ikki funnið nýggjar upplýsingar um, hvar flogfarið neyvt er. Tí er leitingin í havinum eftir MH370 steðgað, skriva londini. 

- Vit hava brúkt nýggjastu tøkni, og ráð frá dugnaligastu fólkunum, sum duga sítt fak, men kortini hevur ikki eydnast okkum at finna flogfarið. Vit vóna, at nýggjar upplýsingar koma undan kavi, og at flogfarið fyrr ella seinni, verður funnið, stendur í fráboðanini.

Nýggjar greiningar í Avstralia vístu í desember, at leitað hevur verið ov sunnalaga. Greingarnar vísa, at leitingin átti at verið í einum øki longri norðri í Indiska Havi.

Avvarðandi tala at

Stjórnirnar í Avstralia og í Malaisia fara ikki at seta nýggja leiting í verk. Sambært teimum, geva nýggju greiningarnar ikki nóg sterka slóð.

Umborð vóru 239 ferðafólk og manning, sum hoyrdi til flogfelagið Malaysia Airlines. Felagsskapurin Voice 370 fyri avvarðandi mæla myndugleikunum til at halda fram við leitingini. 

- Við atliti at flogtrygdini, er tað eftir okkara tykki skylda at halda fram við leitingini í nýggja økinum, sum altjóða serfrøðingar hava víst á, skrivar felagsskapurin.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970