Smávegis vindskaðar

Smávegis vindskaðar
Løgreglan hevur fingið onkrar fráboðanir um skaðar av vindi í gjárkvøldið og nátt
Onkrir smávegis vindskaðar hava verið orsakað av vindi í gjárkvøldið og nátt. Á myndini tó frá jólaódnini
 
18.01.2017 - 08:48

Tað var nógvur vindur kring landið í gjárkvøldið og ein part av náttini. Um níggjutíðona í gjárkvøldið fekk løgreglan boð um at tekjan á Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík reiv.

Sløkkiliðið í Klaksvík tók sær av tí og tryggjaði takið. Um hálvgum tíggjutíðina í gjárkvøldið fekk løgreglan boð um at ein bilur var farin á sjógv á Varpinum í Klaksvík.

Tað vísti seg, at eingin var í bilinum, og tí er ógreitt hví hann fór á rull. Bilurin varð fingin upp aftur og løgreglan fer at tosa við eigaranum í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334