Landsstýrismaður hartar reiðarí

Landsstýrismaður hartar reiðarí
Ov fáir grønlendingar manna grønlendsku trolararnar, heldur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum. Reiðarí svarar ikki atfinningum
Ov fáir grønlendingar eru umborð á skipunum hjá Royal Greenland, heldur landstýrismaðurin í fiskivinnumálum
 
02.02.2017 - 10:20

Grønlendski landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Hans Enoksen, finst nú at almenna reiðarínum, Royal Greenland, tí eftir hansara tykki manna ov fáir grønlendingar trolararnar hjá felagnum.

Hans Enoksen vísir á, at reiðaríið Sikuaq Trawl, sum millum annað eigur nýggja trolaran Svend C, hevur ongar trupulleikar at manna skipini við grønlendingum, bæði yvirmenn og dekkarar.

- Hví kann eitt reiðarí, sum tað almenna eigur, ikki lyfta hesa uppgávu eins væl og Svend C, spyr Hans Enoksen, og sipar til Royal Greenland.

Reiðarí svarar ikki atfinningum

Gongur tað so illa at manna trolararnar við grønlendingum, eiga sjómansskúlarnir at verða styrktir, so færri útlendingar sum frálíður manna skipini.

Tað sigur grønlendski landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum sigur í einum tíðindaskrivi, sum er sent grønlendskum miðlum

Royal Greenland sigur við Sermitsiaq, at felagið heldur manningarlógina út í sær, og hevur ikki fleiri viðmerkingar til málið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086