Dømdir fyri ecstasy-smugling

Dømdir fyri ecstasy-smugling
Tveir menn eru dømdir fyri at smugla ecstasy-tablettir, ið kundu verðið seldar fyri 200.000 krónur í Føroyum
Føroya rættur hevur dømt tveir menn ávikavist átta og 14 mánaðar fongsulsrevsing fyri at smugla ecstasy-tablettir
 
17.02.2017 - 10:39

Føroya rættur hevur dømt tveir menn ávikavist átta og 14 mánaðar fongsulsrevsing fyri at smugla ecstasy-tablettir. Tað skrivar TAKS á Facebook.

TAKS skrivar, at talan var um 77 og eitt hálvt gramm av rúsevninum, og revsingin fyri tað er hørð í Føroyum.

Menninir, sum eru dømdir, skuldu hava brævið við tablettunum, ið varð sent til ein bústað í Føroyum, men ein tollari hjá TAKS fann brævið á posthúsinum í Havn.

TAKS sigur, at tablettirnar høvdu kunnað verið seldar fyri góðar 200.000 krónur á svarta marknaðinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672