Hundraðtals fólk lupu á marknalið

Hundraðtals fólk lupu á marknalið
Fleiri migrantar fingu skaða og nógv onnur vórðu flutt á sjúkrahús, tá umleið 350 fólk í morgun royndu at koma um eitt marknalið í Marokko
Hundraðtals migrantar lupu í morgun á marknaliðið til spanskt øki í Marokko, Ceuta. Fleiri fingu skaða og onnur vórðu flutt á sjúkrahús
Mynd: AP  
 
20.02.2017 - 16:24

Hundraðtals migrantar lupu í morgun á marknaliðið til spanskt øki í Marokko, Ceuta. Tað upplýsir Reyði Krossur á Twitter.

Teir útivið 350 migrantarnir kluvu upp um høga hegnið, sum skilir landaoynna Ceuta frá Marokko. Fleiri fingu, sambært blaðnum El Pais, skaða, og í minsta lagi 11 vórðu flutt til kanningar á sjúkrahúsi.

Aðru ferð eftir fáum døgum

Hetta er aðru ferð í tríggjar dagar, at migrantar leypa á markið til spanska landaøkið í Norðurafrika. Fríggjadagin trokaðu 500 seg inn. Tá fingu løgreglufólk og migrantar løstir, tá migrantarnir kluvu uppum seks-metrarhøga hegnið, sum er klætt við píkatráði.

Eftir nýggjár eydnaðist fleiri enn 1.000 migrantum at klíva upp á hegnið, men ein krani tók tey niður aftur. Spania hevur tvær landaoyggjar í Marokko. Umframt Ceuta er eisini Melilla.

Í 2016 komu til samans 1.000 migrantar til Spania gjøgnum hegnini rundan um sponsku landaoyggjarnar, skrivar El Pais. Talið er metlágt samanborið við undanfarin ár, skrivar Ritzau.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970