Skulu flyta pening í nýggja Fiskivinnugrunnin í ár

Skulu flyta pening í nýggja Fiskivinnugrunnin í ár
Seks milliónir krónur skulu flytast úr landskassanum í nýggja Fiskivinnugrunnin, sum Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vil hava løgtingið at stovna
 
11.03.2017 - 10:49

Fiskivinnugrunnurin skal fíggja menning, nýskapan, gransking, royndir og verkætlanir í fiskivinnuni. Ætlanin er, at vinnan í minsta lagi letur grunninum eins nógvar pengar sum landskassin.

Tá løgtingið viðgjørdi serstøku treytirnar fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í apríl í fjør, samtykti løgtingið eitt broytingaruppskot, sum mælti landsstýrismanninum til at seta tíggju prosent av inntøkunum frá uppboðssøluni í 2016 til fiskivinnugransking og fiskivinnumenning.

 

Tíggju prosent av tí eru seks mió. kr., sum nú skulu í Fiskivinnugrunnin sambært lógaruppskotinum. Men uppskotið fær ikki undirtøku allastaðni.  Granskingarráðið heldur tað ikki vera neyðugt at stovna nýggjan grunn, tí verandi grunnur hevur lógarkarmarnar og royndirnar til ætlaða endamálið hjá Fiskivinnugrunninum. Granskingarráðið mælir í staðin til, at Granskingargrunnurin verður uppraðfestur, tí hann er av álvara afturúrsigldur seinnu árini. 

 

Løgmansskrivstovan heldur tað vera undranarvert, at Fiskimálaráðið við hesum lógaruppskotinum ætlar at gera ein nýggjan grunn. Løgmansskrivstovan heldur, at Fiskimálaráðið eigur at grundgeva meira fyri, hví ráðið heldur, at ein nýggj kós skal haldast í hesum máli, og hví vanlig játtan í fíggjarlógini á hvørjum ári ikki longur er nøktandi.  Fiskivinnuráðið tekur undir við uppskotinum, tó ikki umboðið hjá Fiskimannafelagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744