Túsundtals flýggja undan melduródn

Túsundtals flýggja undan melduródn
Túsundtals fólk í Avstralia eru flutt undan eini herviligari melduródn, ið væntandi rakar týsnáttina. Fleiri vilja tó ikki rýma frá húsi og heimi
Myndugleikarnir í Queensland í Avstralia hava biðið túsundtals fólk um at rýma frá húsi og heimi áðrenn ein melduródn væntandi rakar týsnáttina. Fleiri akta tó ikki boðini frá myndugleikunum
Mynd: AP  
 
27.03.2017 - 11:10

Melduródnin, Debbie, nærkast nú avstralsku strondini í deildstatinum, Queensland, og fleiri túsund fólk eru rýmd frá húsi og heimi, skrivar BBC. Melduródnin rakar helst Queensland á midnátt í nátt, føroyska tíð.

Sambært BBC eru 3.500 fólk higartil fluttur burtur fra ´husi og heimi, áðrenn melduródnin, Debbie, kemur inn yvir landið, men framvegis eru fleiri fólk, sum ikki vilja fara heimanífrá. 

Forsætisráðharrin í Queensland, Annastacia Palaszczuk, mælir fólki til at akta boðini.

Gereinin heldur fram niðanfyri

- Eg biði tykkum øll um at lurta eftir myndugleikunum. Tað geri eg, og tit mugu gera tað sama. Tað snýr seg um trygdina hjá tykkum, tað snýr seg um trygdina hjá familjuni og børnunum.

Tað segði Annastacia Palaszczu, forsætisráðharri í Queensland, á tíðindafundi í morgun. Meira enn 2.000 íbúgvar aftrat verða væntandi fluttir burtur, skrivar heimasíðan, dr.dk

Vandi er fyri, at melduródnin rakar tá tað er flóð. Tað kann merkja, at aldurnar verða upp í átta metrar høgar, og at vatnflóð verður í økjum, sigur leiðarin fyri avstralsku veðurstovuni, Bruce Gunn, við BBC.

102 skúlar og 81 barnagarðar og vøggustovur eru stongd í dag, og tvær havnir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558