Trý deyð í bussvanlukku

Trý deyð í bussvanlukku
Trý fólk eru nú deyð eftir at ein skúlabussur í Svøríki fór út av vegnum fyrr í morgun. Umleið 30 fólk hava fingið løstir
Trý fólk eru deyð eftir eina ferðsluvanlukku á E45-motorvegnum í Svøríki í morgun. Orsøkin til bussvanlukkuna er ikki greið enn
Mynd: SVT  
 
02.04.2017 - 11:06

Trý fólk eru deyð eftir eina ferðsluvanlukku á E45-motorvegnum, miðskeiðis inni í landinum har suðuri í Svøríki, sum hendi umleið klokkan sjey í morgun, skrivar norska blaðið, VG.

Sjúkrahúsið í Östersund upplýsti á tíðindafundi fyri løtu síðani, at higartil eru trý fólk deyð og seks onnur hava fingið álvarsligar løstir eftir ferðsluvanlukkuna í morgun.

SÍ EISINI Nógv løstað: Bussur við skúlabørnum koppaður

52 skúlanæmingar, sum ganga í áttanda flokki, vóru við í skúlabussinum, tá hann av ókendum orsøkum koppaði runt og fór út av vegnum. Harumframt vóru seks vaksin og førarin í bussinum.

Stefan Löfven, forsætisráðharri í Svøríki, hevur lýst landasorg eftir bussvanlukkuna í morgun, sum fyribils hevur kravt trý lív. Orsøkin til bussvanlukkuna er ikki greið enn, upplýsa myndugleikarnir.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744