Leita eftir horvnum farmaskipi

Leita eftir horvnum farmaskipi
Eitt farmaskip, sum sendi út neyðarkall fríggjadagin, er horvið sum døgg fyri sólini. Fleiri tómir bjargingarbátar eru funnir
Farmaskipið, Stellar Daisy, avmyndað tá skipið fór úr Ilha Guaiba í Brasil. Nú er farmaskipið horvið sum døgg fyri sólini
Mynd: Marine Traffic  
 
03.04.2017 - 09:10

Eitt stórt suðurkoreanskt farmaskip, Stellar Daisy, er horvið í Suðuratlatntshavinum. Skipið fór úr Brasil við málmi og var á veg til Kina.

Skipið sendi út neyðarkall fríggjadagin, og boðað var frá leka á skipinum. Siðani hevur eingin hoyrt nakað frá skipinum, boðar BBC frá.

Sjóverjan í Uruguay hoyrdi neyðarkallið, og setti seg í samband við fleiri onnur farmaskip á leiðini, og tey fóru at leita eftir Stellar Daisy.

22 menn saknaðir

Skipini hava boðað frá, at tey einki hava sæð, annað enn at tveir sjómenn av Filipsoyggjunum eru funnir í einum bjargibngarbáti, teir vórðu funnir leygardagin. Skipini hava samstundis boðað frá, at ramur roykur av dieselolju er á leiðini.

Eingin veit nakað um hinar 22 menninar sum vóru við skipinum, men fleiri tómir bjargingarbátar eru funnir, sigur ein talsmaður fyri suðurkoreanska uttanríkisráðið. Myndugleikarnir hava biðið um hjálp úr Uruguay og Brasil í eini roynd at finna skipið.

Skipið lastar 260.000 tons, og 16 mans av Filipsoyggjunum og átta úr Suðurkorea mannaðu skipið. Skipið var einar 1200 fjórðingar úr landi tá tað sendi út neyðarkall.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744