Minst 43 børn deyð í skriðulopi

Minst 43 børn deyð í skriðulopi
Millum tey hundraðtals fólkini, sum lótu lív í Kolumbia um vikuskiftið, eru nógv børn. Nógv eru enn saknað
Bjargingarlið leita eftir fólkum í Mocoa í Kolumbia eftir herviliga skriðulopið fríggjakvøldið. Higartil eru minst 43 børn funnin deyð
Mynd: AP  
 
03.04.2017 - 10:57

Higartil er talið á deyðum eftir eitt skriðulop í Mocoa í Kolumbia komið upp á 254 fólk. Væntað verður, at talið eisini fer at vaksa so hvørt sum bjargingarlið grava seg fram í harðast raktu økjunum.

Minst 43 børn hava latið lív. Fólk í Mocoa leita framvegis eftir børnum, sum eru saknað eftir herviliga skriðulopið, tvey samdøgur eftir at flóðalda rakti býin í útsynningspartinum í Kolumbia fríggjakvøldið.

Grundin til, at so nógv fólk lótu lív, er, at flóðaldan rakti, tá fólk lógu og svóvu. Umframt tey 254 fólkini, sum eru deyð, eru eisini hundraðtals onnur, sum eru saknað eftir skriðulopið, skrivar AP.

Lýst í undantaksstøðu

Juan Manuel Santos, forseti, sum vitjaði í Mocoa bæði leygar- og sunnudagin, hevur nú lýst undantaksstøðu í býnum. Vanlukkan hevur eisini skolað burtur vegir og brýr, og hevur oyðilagt streymveitingina.

Mocoa er regluliga í stórum vanda fyri at verða raktur av skriðulopi, tí býurin er umgirdur av høgum fjøllum og áum, sum fara upp um áarbakkarnar, tá tað er komið nógv regn niður í økinum.

Fríggjakvøldið kom óvanliga nógv regn niður í økinum við Mocoa. Tað regnaði 130 millimetrar eftir bara tveimum tímum, ið er líka so nógv regn, sum vanliga kemur niður í Bogota ein heilan mánað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Morgunlestur hósdagur 4.juni 2026
208843
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155