Halda seg vita, hvør gerningsmaðurin er

Halda seg vita, hvør gerningsmaðurin er
Maðurin, ið legði til rættis atsóknina í Santa Pætursborg mánadagin, er uppruna kirgisari og hevði stutt síðani fingið russiskan ríkisborgararætt
Russiska tíðindastovan, Tass, skrivar, at tað er Akbarjon Djalilov, sum framdi bumbuálopið í metroini í Santa Pætursborg í gjár
Mynd: AP  
 
04.04.2017 - 16:42

Russiska tíðindastovan, Tass, skrivar, at tað er Akbarjon Djalilov, sum framdi bumbuálopið í metroini í Santa Pætursborg í gjár. Russiska fregnartænastan kennir mannin, tí hann hevur tilknýti til víðgongdar islamistar.

Men higartil hevur eingin átikið sær ábyrgdina av atsóknini, men russisk kanningarfólk hava í dag staðfest, at talan var um sjálvmorðsbumbu.

SÍ EISINI Minst 10 deyð í spreinging

Kirgisiskir myndugleikar vátta, at maðurin er uppruna kirgisari. Tað er nakað síðani, at Akbarjon Djalilov fekk russiskan ríkisborgararætt.

Akbarjon Djalilov skal hava búð í Santa Pætursborg í seks ár, og hevur millum annað arbeitt sum sushi-kokkur, men fór undir heilt í fjør.

Hildið verður, at hann er 21 ella 22 ára gamal, og skal hava tætt tilknýti til víðgongdar islamskar bólkar, millum annað í Sýria, skrivar russiski miðlar.

SÍ EISINI Landasorg lýst eftir atsókn

Víðgongdi islamistiksi yvirgangsfelagsskapurin, IS, hevur áður hótt Russland við hevnd fyri krígið í Sýria. Akbarjon Djalilov skal hava borið spreingievnið við sær inn í tokið í einum ryggsekki, skrivar Interfax-tíðindastovan.

Aðrar keldur siga, at spreingievnið var í einum kufferti, sum lá undir setrinum í einum av tokvognunum. 14 persónar lótu lív í spreingingini, 49 liggja framvegis á sjúkrahúsi, meðan 13 eru útskrivað.

Síðani 1999 hava 70 yvirgangsatsóknir við islamistiskum tilknýti verið í Russlandi. Landasorg er lýst í Santa Pætursborg í tríggjar dagar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744