Lastbilur koyrt á fólk í Svøríki

Lastbilur koyrt á fólk í Svøríki
Ein lastbilur hevur koyrt inn í eina mannamúgvu í Drottninggatan í svenska høvuðsstaðnum. Enn er óvist, hvussu umfatandi fólkaskaðin er
Enn er óvist, hvussu nógv fólk eru deyð og hvussu nógv hava fingið skaða eftir at ein lastbilur seinnapartin koyrdi inn í eina mannamúgvu miðskeiðis í Stokkhólmi
Mynd: Sveriges Radio  
 
07.04.2017 - 14:36

Enn er óvist, hvussu nógv fólk eru deyð og hvussu nógv hava fingið skaða eftir at ein lastbilur hevur koyrt inn í eina mannamúgvu í einari av høvuðsgøtunum í Stokkhólmi.

Sí upptøkuna niðast í greinini

Svenska sjónvarpið sigur, at trý fólk eru deyð og fleiri onnur hava fingið skaða, men svensku myndugleikarnir hava kortini ikki alment váttað tey tølini enn.

Løgreglan ávarar um, at talan er um eina yvirgangsatsókn. Tí er svenski Ríkisdagurin í løtuni avbyrgdur, skrivar svenska útvarpið á heimasíðuni.

Greinin heldur fram niðanfyri

Tað var her í Åhlens-keypsmiðstøðini, at lastbilurin rendi inn í eina mannamúgvu fyri løtu síðani

Lastbilurin, sum gerningsmaðurin brúkti at koyra inn í mannamúgvuna, varð stolin frá einari matstovu fyrr í dag, sambært frásøgn í svenska sjónvarpinum, ið sendir beinleiðis frá hendingini.

- Lastbilurin koyrdi við høgari átta fólk niður við Åhlens-keypsmiðstøðina og fýra onnur fólk lógu eftirá longur burturi, sigur ein sjónarvátti sambært svenska sjónvarpinum, SVT.

Greinin heldur fram niðanfyri

Í hesari sjónbandaupptøkuni hjá Sky News síggjast fólk renna fyri lívinum eftir at lastbilurin hevði rent inn í mannamúgvuna í svenska høvuðsstaðnum fyri løtu síðani.

Svenska løgreglan heitti eftir hendingina á fólk í svenska høvuðsstaðnum um at halda seg burtur frá miðbýnum í Stokkhólmi, skrivar tíðindastovan hjá Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. januar
Vikuskiftið 2 jan 2026
202191
Fríggjadag 2. januar
Ein samandráttur um farna kappingarár
202172
Fríggjadag 2. januar
Árið, ið fór í mentan 2025
202171
Fríggjadag 2. januar
RagnarRokk: CK Smile um Life 4 Sale
201742
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. januar
Veðrið
202182
Hósdag 1. januar
Upp á gólv
202150
Hósdag 1. januar
Andakt
202148
Hósdag 1. januar
Vælkomin heim
202132