Bretski forsætisráðharrin vil hava nýval

Bretski forsætisráðharrin vil hava nýval
Bretska fólkið skal óvæntað á val 8. juni í summar. Vit hava tørv á einum vali nú, sigur Theresa May
 
18.04.2017 - 11:24

Bretar skulu longu á val aftur um minni enn tveir mánaðir. Tað hevur Theresa May, bretski forsætisráðharrin, kunngjørt á tíðindafundi fyri løtu síðani uttan fyri Downing Street 10.

- Okkum nýtist at vera samd, men vit eru spjødd. Landið savnar seg, men tað ger parlamentið ikki, segði bretski forsætisráðharrin millum annað á tíðindafundinum fyri løtu síðani.

Grundin til, at bretar longu nú skulu á val aftur, er úrslitið av Brexit-fólkaatkvøðuni, tá bretar søgdu ja til at taka seg úr ES. Theresa May hevur áður avvíst, at val í úrtíð verður í Bretlandi.

Tilgongdin longu byrjað

Tilgongdin hjá bretum, at fara úr ES, byrjaði miðskeiðis í mars, tá ES-sendiharrin í Bretlandi gav Donaldi Tusk, forseta í ES, boð um, at Bretland tá fór undir fyrireikingarnar at taka seg úr ES.

Tað var í fjørsummar, at ein meiriluti av bretska fólkinum atkvøddi fyri at Bretland skal fara úr Evropasamveldinum. Úrslitið av fólkaatkvøðuni í Bretlandi kom óvæntað á bretar.

Táverandi bretski forsætisráðharrin, David Cameron, avgjørdi at leggja frá sær í juli í fjør, tí hann hevði heitt á bretska fólkið um at atkvøða fyri at Bretlandi varð verandi í ES.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558