Handtiknir fyri yvirgangsætlanir

Handtiknir fyri yvirgangsætlanir
Tveir menn í Fraklandi eru handtiknir, tí teir løgdu ætlanir um at fremja yvirgang undan forsetavalinum sunnudagin
Ein løgreglumaður fer avstað við einum kufferti í Marseille, har tveir menn løgdu ætlanir um at fremja yvirgang
Mynd: AP  
 
18.04.2017 - 16:16

Innanríkisráðið í Fraklandi upplýsir, at tveir menn eru handtiknir í Marseille, fyri at hava ætlanir um at fremja álop í sambandi við franska forsetavalið sunnudagin.

- Teir handtiknu eru 23 og 29 ára gamlir, og vórðu handtiknir tíðliga í morgun. Tað segði Matthias Fekl, innanríkisráðharri í Fraklandi, á tíðindafundi seinnapartin.

Ikki ókendir fyri løgregluni

Teir báðir handtiknu menninir er radikaliseraðir og løgreglan visti um teir báðar menninar frammanundan handtøkunum í dag.

- Hesir radikaliseraðu mennnir eru føddir í 1987 og 1993, og hava franskan ríkisborgaraskap, høvdu ætlanir um at fremja álop skjótt, - eitt álop á franskari jørð, sigur Matthias Fekl.

Fekl sigur, at løgreglan fremur húsarannsóknir og hevur hert trygdina undan forsetavalinum í sambandi við forsetavalið. Fekl segði einki um, hvar ella hvussu menninir ætlaðu at leypa á, skrivar Ritzau.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558