Álopsmaður drap løgreglumann á høvuðsgøtu í Paris

Álopsmaður drap løgreglumann á høvuðsgøtu í Paris
Víðfevnd trygdartiltøk eru sett í verk, so forsetavalið ikki verður órógvað, sigur franski forsætisráðharrin.
Mynd: Savnsmynd  
 
21.04.2017 - 10:50

Løgreglan í Paris hevur eyðmerkt mannin, sum leyp á ein løgreglubil á høvuðsgøtuni Champs Elysees í gjárkvøldið. Ein løgreglumaður doyði, tveir vórðu løstaðir av skotunum og álopsmaðurin sjálvur doyði, tá løgreglan svaraði aftur.

Myndugleikarnir vilja ikki nevna mannin við navni, men siga, at hann er 39 ára gamal, búði í útjaðaranum í Paris og var undir illgruna fyri at hava víðgongd islamisk sjónarmið.

Franskir fjølmiðlar siga, at álopsmaðurin fyri nøkrum árum síðani sat langan fongsulsdóm fyri at hava latið skot av ímóti løgregluni.

Okkara maður, siga islamistarnir

Islamiski staturin sigur, at tað var teirra maður, sum framdi álopið.

Reuters tíðindastovan sigur, at franska løgeglan hevur tikið trý skyldfólk hjá álopsmanninum til avhoyringar. Haraftrat hevur ein maður, ið er undir illgruna fyri at hava samband við álopið, sjálvboðin vent sær til løgregluna í Belgia.

Forsetaval verður í Fraklandi sunnudagin, og Bernard Cazeneuve, forsætisráðharri, sigur, at øll trygdartiltøk verða sett í verk fyri at tryggja, at hetta fyrravalumfarið ikki verður órógvað.

Dagurin í dag var tann seinasti í valstríðnum, men eftir álopið í Paris siga trý av fýra høvuðsvalevnum, Emmanuel Macron, Francois Fillon and Marine Le Pen, at tey ikki hava hug at halda fleiri valfundir.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558