Javnleikur var nóg mikið fyri Kyndil

Javnleikur var nóg mikið fyri Kyndil
Heldur ikki hjá kvinnum varð neyðugt við einari triðju FM-finalu.Við sigri í fyrstu finaluni og javnleiki í dag, eru kyndilskvinnur greipuvinnarar
Mynd: Kyndil  
 
23.04.2017 - 00:38

Í aðru FM-finalu hjá hondbóltskvinnum helt spenningurin sær til allar seinasta sekund av dystinum. Tá tvey sekund vóru eftir at spæla, fekk Neistin eitt fríkast og Marjun Danberg bleiv leys frammanfyri málinum. Tað var nær við, men tað eydnaðist tó akkurát ikki at fáa mál og javnleikur var nóg mikið fyri Kyndil, sum vann fyrstu FM-finaluna 26-22 og tí eru føroyameistarar.

Hendan finalan millum tey bæði havnarliðini gjørdist undirhaldandi við nógvum nærdystum, tí bæði liðini vildu vinna. Tað var tó ein dystur við verjupæli í hásæti og tí fingu liðini bara 17 mál í part. 

Neistin legði sera bragdliga fyri í dystinum og spældi ein góðan fyrra hálvlek. Men tær grønu í Kyndli hava havt gott tak á teimum bláu í Neistanum hetta kappingarárið, og tær megnaðu at koma aftur í aftur og fáa javnleik. Sostatt varð ikki neyðugt við einari triðju finalu.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847