Órógv á Sernámi

Órógv á Sernámi
Trý starvsfólk í Mentamálaráðnum standa nú á odda fyri Sernámi, og tað skulu tey gera í øllum førum til summarfrítíðina
 
04.05.2017 - 12:21

Orsøkin er, at stjórin á Sernámi, Emmy Joensen, er sjúkrameldað, samstundis sum varastjórin, Harriet Hansen, er í farloyvi.

Tey, sum nú skulu stjórna Sernámi, eru Magnus Tausen, sum verður stjóri, Frida Poulsen, sum verður fakligur leiðari, og Anna Kass, sum verður fíggjarleiðari.

Tey starvast øll í Mentamálaráðnum. Poul Gert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, váttar, at nýggj leiðsla verður á Sernámi, tað sum eftir er av skúlaárinum.

Hann sigur, at órógv hevur verið á stovninum seinastu tíðina, og tá hvørki stjórin ella varastjórin eru tøkar, metti Mentamálaráðið tað vera rættast at seta fólk í ráðnum at stjórna Sernámi, í fyrsta umfari til summarfrítíðina.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775