Franski forsetin valdur í dag

Franski forsetin valdur í dag
Annaðhvørt Marine Le Pen ella Emmanuel Macron verður næsti franski forsetin. Avgerðin fellur í dag
 
07.05.2017 - 10:45

Fraklendingar skulu í dag velja forseta. Valið stendur millum høgravendu Marine Le Pen, sum er atfinningarsom mótvegis ES og tilflytarum, og Emmanuel Macron, sum liggur á miðjuni í politiska ásanum og er fyri ES.

Allar meiningakanningar siga, at Emmanuel Macron verður forseti í Fraklandi.

Men ymiskar umstøður kunnu ávirka valúrslitið. 

Eitt nú hava fleiri yvirgangsálop verið í Fraklandi seinnu árini, og fleiri vænta, at hetta kann ávirka vallutøkuna.

Eitt annað, ið kann ávirka valúrslitið, er hendingin fríggjadagin, tá fólk, ið starvast hjá Macron í valstríðnum, sendu fleiri innanhýsis skjøl og fílur á netinum.

Fílurnar vórðu stolnar av teldusníkum og vórðu, sambært fólkunum í leguni hjá Macron, blandaðar saman við følskum upplýsingum og lagdar út á netið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558