Óttast nýggjar yvirgangsatsóknir

Óttast nýggjar yvirgangsatsóknir
Bretsku myndugleikarnir hava sett yvirgangstilbúgvingina upp á hægsta stig, tí vandi er fyri meir yvirgangi
Ikki síðani í 2007 er tilbúgvingin í Bretlandi sett upp á hægsta stig, og tað er bert hent tvær ferðir fyrr
Mynd: AP  
 
24.05.2017 - 08:58

- Vit kunnu ikki útiloka, og ein stórur bólkur av fólkum møguliga hevði tilknýti til atsóknina í Manchester mánakvøldið, segði Theresa May, forsætisráðharri, eftir ein fund við trygdarnevndina, Cobra, í gjárkvøldið.

Samstundis hevur bretski verjumálaráðharrin givið boð um, at bretskir hermenn kunnu hjálpa løgregluni í sínum arbeiði. 5.000 hermenn hava fingið boð um at skipa fyri vaktarhaldi á týðandi almennum støðum.

Hetta er fyrstu ferð síðani 2003, at bretski herurin hevur fingið boð um at halda vakt. Tá ljóðaði, at limir í al-Queda høvdu ætlanir um at søkja at einum flogfari hjá British Airlines.

SÍ EISINI May: Ætlanin var at drepa børn og ung

Ikki síðani í 2007 er tilbúgvingin sett upp á hægsta stig, og tað er bara hent tvær ferðir fyrr. Myndugleikarnir bera ótta fyri, at fleiri hjálptu 22 ára gamla Salman Abedi, tá hann søkti at konserthøllini í Manchester, og at hini kunnu søkja at málum í Bretlandi.

Bretsk bløð skriva, at yvirgangsmaðurin kom til Bretland úr Libya, áðrenn hann framdi atsóknina, og bretska løgreglan roynir nú at fáa greiðu á, um hann lørdi at gera bumbur, meðan hann var í Libya.

Bæði Islamskur Statur og al-Queda eru virknir í Libya, og stríðast ímóti stjórnardeildunum um valdið í landinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf dreingir 17-18
209043