Tættari millum flokkarnar

Tættari millum flokkarnar
Munurin millum konservativa stjórnarflokkin og Labour er nógv minkaður í bretska valstríðnum. Tjóðartingsval er í dag
Konservativi flokkurin hjá Theresu May stóð til at vinna stórsigur, tá valið varð útskrivað. Nýggjastu kanningarnar vísa, at nú er munurin millum teir báðar stóru flokkarnar millum eitt til 12 prosent
 
08.06.2017 - 09:24

Parlamentsvalið í Bretlandi í dag verður spennandi, tí munurin millum konservativa stjórnarflokkin og Labour er nógv minkaður í valstríðnum.

Konservativi flokkurin hjá Theresu May, forsætisráðharra, stóð til at vinna stórsigur, tá valið varð útskrivað, men nýggjastu kanningarnar vísa, at nú er munurin millum teir báðar stóru flokkarnar millum eitt til 12 prosent.

Veljarin fer í dag eisini at gera av, um Theresa May ella Labour-leiðarin, Jeremy Corbyn, skal standa á odda fyri samráðingunum um at taka Bretland úr ES.

SÍ EISINI Bretar velja nýtt tjóðarting

Yvirgangsatsóknirnar í Manchester og London seinastu tíðina hava skuggað fyri málinum um Brexit.

Týdningarmesti spurningurin er, hvør fær bestu avtaluna fyri Bretland í Evropa í framtíðini, segði Theresa May á einum valfundi mikukvøldið.

Valið er einfalt, sigur Jeremy Corbyn. Skal haldast fram við sparipolitikkinum og skerjingum í fimm ár aftrat, ella skulu vit fáa okkurt annað? spyr leiðarin í Labour.  

May kann vikna

Á parlamentsvalinum fyri tveimum árum síðani fekk konservtivi flokkurin einsamallur meiriluta í parlamentinum.

Jeremy Corbyn tykist vera væl umtóktur millum veljararnar, men hann er illa umtóktur í arbeiðaraflokkinum. Vinnur Labour parlamentsvalið í dag, er tað ein stórhending, siga politiskir eygleiðarar.

Vinnur Theresa May ein tepran sigur, viknar støða hennara í konservativa flokkinum, og hon fer eisini at standa veikari í samráðingunum við 27 ES-londini um Brexit, siga eygleiðararnir. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. desember
Mono - fyrsta av trimum sendingum
202055
Mánadag 29. desember
Morgunlestur mánadagur 29.desember 2025
201925
Sunnudag 28. desember
Bolero 28 des 2025
202018
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. desember
Veðrið
202051
Sunnudag 28. desember
Andaktin
202020
Sunnudag 28. desember
Møti úr Kelduni.
202023
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983