Hitabylgja í Miðjarðarhavinum

Hitabylgja í Miðjarðarhavinum
Hitin í Suðurevropa er nú ymsastaðni upp í 45 stig, millum annað í Spania
Tað er sera nógvur hiti í Suðurevropa, í støðum upp í 45 hitiastig. Tað eru serliga støð út móti Miðjarðarhavinum, sum fáa nógvan hita
 
12.07.2017 - 09:59

Tað er sera nógvur hiti í Suðurevropa, í støðum upp í 45 hitiastig. Tað er serliga í suðurpartinum, tað vil siga út móti Miðjarðarhavinum, sum fáa nógvan hita.

Í dag merkist hitabygjan av álvara í fleiri londum. Í støðum í Spania kemur hitin í dag heilt upp í 44 hitastig.

Hitin kann verða lívshættisligur

Miðskeiðis og í SuðurItala og á Sardinia verða um 40 hitastig í dag, og tað er sjey-átta hitastig hægri enn miðalhitin fyri hetta tíðarskeiðið.

Í djóragarðinum í Beograd í Serbia er so nógvur hiti, at neyðugt hevur verið at lata kalt vatn renna í hylin hjá áarrossunum. Og tropiskir fuglar verða spulaðir við havaslangu.

Norðmaðurin, Kjell Vaage, hevur læknaviðtalu í Noregi og í Gran Canaria. Hann sigur við norska tv2, at nógvi hitin kann vera lívshættisligur, og hann ávarar ferðafólk um nógva hitan.

Fimm litrar um dagin

- Omanfyri 42 hitastig er lívshættislig støða. Tá tú kemur til eitt øki, har tú ikki ert ílendur, tað vil siga akklimatiseraður, eru fyrilit at taka. Drekk nógv vatn, upp í fimm litrar, sigur Vaage.

Sambært norska læknanum snýr tað seg ikki bara um at drekka okkurt, men at drekka tað rætta.

- Bæði kaffi, te, cola og ikki minst rúsdrekka eru vatndrívandi, og tað kann gera støðuna verri. Halt teg burtur frá rúsdrekka í slíkum hita, sigur læknin, sambært norska tv2.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni í Havn
209051
Leygardag 30. mai
Norðoyastevnan 90 ár
209022
Leygardag 30. mai
Jambalaja - 290526
209017
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf dreingir 17-18
209043
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mannafør kvinnur
209039