Leita eftir 22 ára gomlum spanióla

Leita eftir 22 ára gomlum spanióla
Spanska løgreglan heldur, at 12 fólk hava verið partur av yvirgangsbólkinum, sum framdi atsóknirnar í Barcelona og Cambrils
 
20.08.2017 - 12:38

Spanska løgreglan leitar nú eftir einum 22 ára gomlum sponskum manni við marrokanskum uppruna í sambandi við yvirgangsatsóknina í Barcelona og Cambrils skrivar dr.dk

Hildið verður, at 22 ára gamli maðurin er partur av terror-selluni ella yvirgangsbólkinum, sum framdi yvirgangsatsóknirnar í Barcelonoa og Cambrils hósdagin.  

Ungi maðurin hevur búð í býnum Ripoll, norðan fyri Barcelona, har tvey onnur við marrokanskum uppruna eru handtikin í sambandi við yvirgangsatsóknina hósdagin. 

Løgreglan vil ikki siga, um løgreglan heldur, at maðurin hevur koyrt bilin ella ikki.

- Vit leita eftir manninum, og so finna vit útav hvønn leiklut hann hevur havt í sambandi við yvirgangsatsóknirnar, siga sponsku myndugleikarnir.

Spanski innanríkisráðharrin, Juan Zoido hevur boðað frá, at sellan, sum stendir aftanfyri álopini er avdúkað, men sigur nú, at tað er ov tíðliga at staðfesta tað.

Løgreglan heldur at 12 fólk eru knýtt at selluni, sumf ramdi yvirgangin hósdagin og náttina til fríggjadagin.

Í sambandi við húsarannsóknir í býnum Alcanar sunnanfyri Barcelona og Cambrils hevur løgreglan funnið Butan-gass í eini íbúð. Løgreglan heldur, at álopini vórðu løgd til rættis í Alcanar og at yvirgangsfólkini hava havt ætlanir um eina yvirgangsatsókn, har gassið skuldi nýtast, men at okkurt er miseydnast hjá teimum, og tí hava tey nýtt bil og knívar ístaðin. 

Løgreglan var varðug við Alcanar av tí at eitt hús sprongdist og tveir mans doyðu. Løgreglan hevur framt 9 húsarannsóknir í býnum.

Tilbúgvingin verður ikki broytt í økinum, tí vandi tykist ikki vera fyri einum nýggjum álopi í løtuni, sigur Juan Zoido, innanríkisráðharri. Tó, so er tilbúgvingin, sum er á næsthægsta stigi, hækkað í ávísum  ferðafólkaøkjum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni í Havn
209051
Leygardag 30. mai
Norðoyastevnan 90 ár
209022
Leygardag 30. mai
Jambalaja - 290526
209017
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf dreingir 17-18
209043
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mannafør kvinnur
209039