Norðurkorea hevur langtrøkkandi kjarnorkuvápn

Norðurkorea hevur langtrøkkandi kjarnorkuvápn
Talan skal vera um eina langtrøkkandi brintbumbu, ið er fleiri ferðir so máttmikil, sum ein vanlig kjarnorkubumba
 
03.09.2017 - 10:45

Norðurkorea sigur seg nú hava kjarnorkuvápn - heilt ítøkiliga eina brintbumbu - sum røkkir allan vegin til amerikanska meginlandið, um neyðugt.  Norðurkorea hevur seinastu árini gjørt fleiri royndarspreingingar og sambært stýrinum í afturlatna landinum eydnaðist tann 6. royndarspreinginin í september í fjør serstakliga væl. 

USA: Vit svara aftur um neyðugt

Líkist jarðskjálvta

Jarfrøðisligar kanningar stuðla uppáhaldinum, sambært BBC. Seismologiskar mátingar vístu eitt munandi størri útslag enn áður mátað í sambandi við kjarnorkuroyndarspreingingar. 
Hóast øll tíðindi, sum koma beinleiðis frá norðurkoreanska stýrinum skulu takast við fyrivarni, tykjast politisku boðini verða greið.  Norðurkorea tykist ikki sinnað at taka ógvusligu hóttaninar frá Donald Trump forseta í álvara. 

Hoyr hví Lau Øfjord Blaxekjær ikki heldur, at tað verður kríggj 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744