- Tíðindi, mentan og ítróttur
Irma ger aftur um seg

Ódnin Irma nærkast amerikanska meginlandinum, men enn ikki greitt, hvussu hon rakar USA. Tí kann hon hava ymsa styrki næstu dagarnar alt eftir, hvussu nær hon kemur landi.
Í dag fer Irma at gera um seg á Bahamas og á norðrara partinum av Cuba.
Roknað verður við at Irma fer at koma inn yvir Florida í kvøld, og tá verður hon ein styrki fýra ódn, og har eru nógvar ávaringar sendar út, bæði um vind og nógv regn.
Væntað verður áarføri upp í 200 til 380 millimetrar av regni og í støðum upp í 500 millimetrar, fyrst í Florida og í næstu viku eisini í Georgia, South Carolina og vestara partinum av North Carolina.
Barbuda hart rakt
Irma gjørdi nógv um seg á lítlu caribisku oynni Barbuda, og næstan allir bygningarnir á oynni fingu skaða, og eitt fólk læt lív.
Nú fyrireika tey seg til eina aðra ódn, Jose, sum er í hølunum á Irmu, og sum eisini fer at raka oynna.
Jose er mett sum ein stig fýra ódn, men hon er tætt við at gerast ein stig fimm ódn, siga amerikanskir veðurfrøðingar.
69 m/s í væntu
Í Jose er vindferðin máld upp í meir enn 69 metrar um sekundið, so eingin ivi er um, at hon eisini verður ein stór avbjóðing, sigur løgregluovastin á oynni.
Tað búgva bert 1800 fólk á Barbuda, og tey flestu verða nú flutt til Antigua, sum er hin stóra oyggin í oyggjalandinum.
Mett verður, at tað fer at kosta meir enn 600 milliónir kr. at byggja Barbuda aftur eftir ódnirnar.


























