Ódn hóttir Karibia

Ódn hóttir Karibia
Talan er um djúpa lágtrýstið, Maria, sum nú hevur ment seg til ódn, og sum fer at herja í Karibia teir næstu dagarnar.
 
18.09.2017 - 07:55

Enn ein ódn hóttir fleiri oyggjar í Karibia.

Talan er um djúpa lágtrýstið, Maria, sum nú hevur ment seg til ódn, og sum fer at herja í Karibia teir næstu dagarnar, skrivar Ritzau.

Amerikanski veðurstovnurin upplýsir, at Maria í gjárkvøldið var einar 200 kilometrar í landnyðring úr Barbados, og at hon í morgin fer at raka oyggjarnar, Barbuda, Bretsku jomfrúoyggjarnar og Amerikansku jomfrúoyggjarnar.

Allar tær oyggjarnar fingu harða viðferð av ódnini, Irmu, sum herjaði fyrr í mánaðinum.

Veðurstovnurin sigur, at Maria verður til ódn miðskeiðis í vikuni, - í øllum førum ein ódn sum er á triðja av 5 stigum.

Tá fer ódnin at nærkast Puerto Rico, Dominikanska lýðveldinum og Haiti.

Vindferðin í eini ódn á triðja stigi er millum 50 og 58 metrar um sekundið, og verður tí mett sum vandamikil.
Ávaring um illveður er send út fyri oyggjarnar, Barbados, St. Lucia, St. Martin, Antigua og Barbuda.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847