Fleiri stovnar byggjast

Fleiri stovnar byggjast
Talan er um nýtt Barnaheim, tvey nýggj sambýli til fólk við menningartarni og nýggjur bú- og viðgerðarstovnur til børn og ung við autismu
 
28.09.2017 - 17:19
Nýtt barnaheim, tvey nýggj sambýli til fólk við menningartarni og nýggjur bú- og viðgerastovnur til børn og ung við autismu. Tað eru nýggir stovnar sum skulu byggjast, og lógaruppskotini eru send til hoyringar í dag, upplýsir Almannamálaráðið. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna vísir á, at fleiri av verandi sambýlum og bústovnum eru ikki í nøktandi standi og eru heldur ikki hóskandi til endamálið. Eyðgunn Samuelsen sigur, at nýggja Barnaheimið verður eitt gott og trygt stað hjá børnum, ungum og familjum, har tey fáa møguleika at uppliva mennandi umsorgan í einum tryggum og eggjandi umhvørvi. Sum nakað nýtt fer Barnaheimið at bjóða ungum eftirvernd, soleiðis at hesi ungu ikki verða slept upp á fjall eftir lokna barnavernd. Eisini fer nýggja Barnaheimið at hava fleiri pláss til familjuviðgerðir, sum er ein liður at styrkja foreldraførleikan við ráðgeving og vegleiðing. - Við nýggju kørmunum á 200 mió. kr. til bygging av vardum bústøðum, kunnu vit tryggja, at vit fáa hóskandi karmar um tað innihald, sum vit í dag hava torført við at veita tí umstøðurnar eru vánaligar, sigur landsstýriskvinnan.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974