Heilsumálaráðharrin hjá Trump farin frá

Heilsumálaráðharrin hjá Trump farin frá
Amerikanski heilsumálaráðharrin Tom Price er farin úr embætinum. Eftir øllum at døma hevur hann brúkt ov nógvan pening
 
30.09.2017 - 16:17

Amerikanski heilsumálaráðharrin, Tom Price, er farin úr embætinum. Orsøkin er eftir øllum at døma tí hann hevur brúkt ov nógvar pengar upp á at leiga dýr flogfør.

Seinastu dagarnar hava tíðindi verið frammi um at Tom price leigaði dýr privat flogfør til almennar ferðir. netmiðilin Politico veit at siga, at price higartil í ár hevur leigað privatflogfar 26 ferðir, tá hann hevur skal hava verið á almennari ferð sum ráðharri. Hetta skal hava kostað meira enn 2,5 mió krónur.

Ivi er eisini sáddur um, um talan veruliga er um ferðir í almennum ørindum. Tí fleiri av ferðunum hjá ráðharranum hava verið til støð, har hann sjálvur hevur ognir og bygningar.

Men nú vátta so hvítu Húsini, at Tom Price er farin frá sum heilsumálaráðharri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mai
Vikuskiftið 29 mei 2026
209003
Fríggjadag 29. mai
LEITISSTEIN 29.05.2026 (G! 2026)
208996
Fríggjadag 29. mai
Morgunlestur fríggjadagur 29.mai 2026
208233
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mai
Veðrið
209009
Fríggjadag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208968
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945