Hava enn ikki funnið eitt motiv

Hava enn ikki funnið eitt motiv
Løgreglan í Las Vegas veit framvegis ikki, hví Stephen Paddock skeyt og drap 58 fólk og særdi hundrað fólk á einari konsert mánadagin. 
 
07.10.2017 - 15:22

Løgreglan í Las Vegas dugir enn ikki at siga, hví Stephen Paddock skeyt og drap 58 fólk og særdi hundrað fólk á einari konsert mánadagin. 

Løgreglan hevur kannað yvir 1000 spor í málinum. "Hetta hevur hjálpt okkum at fáa eina neyvari lýsing av manninum, men vit hava enn ikki eina forkláring av ella eitt motiv til gerðina", sigur Kevin McMahill, varasjeriffur hjá løgregluni í Las Vegas. 

Løgreglan hevur millum annað kannað politisku áskoðaninar hjá Stephen Paddock, fíggjarligu støðu hansara, sosiala atburðin og kannað um hann var víðgongdur. 

"Hesi viðurskiftini hava givið ábendingar um motiv í líknandi málum, men enn hava vit ikki funnið útav, hví Stephen Paddock framdi hesa ræðuligu gerðina", sigur Kevin McMahill um hendingina. Hendingin er skýrd at verða ringasta hópmyrðingina í USA í nýggjari tíð. 

Stephen Paddock skeyt seg sjálvan, áðrenn løgreglan tók seg inn á hotelkamarið hjá honum.

Ákærin í málinum Steven B. Wolfson er sera bilsin um, at løgreglan enn ikki hevur funnið eitt motiv. Hann sigur við New York Times at í 99 prpsent av slíkum málum, roynir brotsmaðurin á onkran hátt at forklára og rættvístgera gerðina. 

"Vit kunnu ikki góðtaka slíkar gerðir, men í flestu førum vita vit, hví tær vórðu framdar. Eg havi arbeitt leingi innan hetta økið, og eg kenni ikki til eina slíka ógvusliga gerð, har vit ikki vita, hví brotsmaðurin gjørdi tað", sigur Wolfson við New York Times. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744