Stjórnin í Katalonia koyrd frá

Stjórnin í Katalonia koyrd frá
Sjálvstýrið í spanska landspartinum verður sett undir umsiting, og val verður sum skjótast
Carles Puigdemont, forseti í Katalonia, missir nú valdið í kjalarvørrinum av fólkaatkvøðuni um loysing 1. oktober
 
21.10.2017 - 13:52

Spanski forsætisráðharrin fer at koyra stjórnina í Katalonina frá, og val verður í landspartinum skjótast gjørligt.

Tað sigur Mariano Rajoy, forsætisráðharri, eftir at spanska stjórnin í dag hevur gjørt av at seta grein 155 í grundlógini í gildi, sum tekur sjálvstýri frá Katalonia.

- Lóg og landaskil skal valda í landspartinum, sigur Rajoy.

Fyribils fara ráðharrar í stjórnini í Madrid at stýra Katalonia.

Formliga hevur Katalonia framvegis sjálvstýri, og tingið er heldur ikki upployst, men tingið kann hvørki tilnevna nýggja stjórn ella forseta fyri valið, sigur spanski forsætisráðharrin.

Áðrenn grein 155 kann verða sett í verk, skal ein nevnd í spanska senatinum viðgera umbønina frá stjórnina um at seta hana verk. Tað verður væntandi seinnapartin í næstu viku.

Hetta er fyrstu ferð, at ein stjórn biður um at seta grein 155 í grundlógini frá 1978 gildi.

Ólóglig fólkaatkvøða

Stjórnin í Madrid tekur valdið í Katalonia í kjalarvørrinum av fólkaatkvøðuni 1. oktober um at loysa Katalonia frá Spania.

Bæði stjórnin og hægstirættur hava sagt, at fólkaatkvøðan var ólóglig.

Stjórnin hevur síðani fleiri ferðir heitt á sjálvstýrismyndugleikarnar í Barcelona um at vísa aftur, at landsparturin fer at loysa, men Mariano Rajoy, forsætisráðharri, sigur, at tað hevur Katalonia ikki gjørt.

Nú frættist, at sjálvstýrisstjórnin í Katalonina fer mánadagin at boða frá, um hon ætlr at lýsa landspartin sum sjálvstøðugt land. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179