Landið leggur út og tekur pengarnar aftur

Landið leggur út og tekur pengarnar aftur
Landið missir ikki pengarnar, tað leggur út fyri Vestmanna kommunu til VEKS. Pengarnir kunnu takast av kommunuskattinum
Vestmanna kommuna sigur, at hinar kommurnar í samstarvinum siga, at hon skal gjalda av nógv.
 
23.10.2017 - 12:57

Landskassin missir ikki pengarnar, sum hann hevur lagt út fyri Vestmanna kommunu, so VEKS samstarvið fær allar sínar pengar.

Gjaldstovan hevur møguleikan at taka pengarnar, eina millión og 326.000 kr., frá kommununi, tí Gjaldstovan flytur kommununum kommunuskattin.

Durita Tausen, stjóri á Gjaldstovuni, váttar, at Gjaldstovan hevur flutt VEKS samstarvinum tað, sum Vestmanna kommunua ikki vildi rinda í fjør.

Tann leisturin er brúktur í sambandi við Norðoya Bú- og Heimatænastu. 

VEKS er samstarvið millum Vestmanna, Kvívík, Sunda kommunu og Eiði um eldraøkið og heimarøkt.

Vestmanna góðtekur ikki sín part

Men Vestmanna kommuna er ikki nøgd við rakstrarætlanina hjá samstarvinum og noktar at rinda allan sín part, tann partin, sum hinar kommunurnar siga, at Vestmanna skal rinda.

Í ár skal Vestmanna rinda eina millión og 262.000 kr. 

Men kommunan rindar bara eina millión og 44.000 kr.

Góð hálv triðja millión

Hetta merkir, at kommunan rindar 218.000 kr. minni um mánaðin enn hinar kommunurnar í samstarvinum siga, hennara partur er.

Tað blíva tvær milliónir og 616.000 kr. tilsamans í ár.

Fíggjarmálaráðið hevur givið Vestmanna kommunu boð um at rætta roknskapin fyri 2016, so øll útreiðslan til VEKS samstarvið verður bókað sum útreiðsla. 

Kommunan noktar. 

Landsstýrið hóttir bygdarráðslimirnar í Vestmanna við dagbótum. Tær eru tó ikki kravdar enn. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161