Myndugleikar heita á fólk um at rýma

Myndugleikar heita á fólk um at rýma
Myndugleikarnir á indonesisku oynni Bali heita nú á øll, sum búgva nærindis eldgosinum Agung, um at rýma alt fyri eitt
 
27.11.2017 - 09:31

Tilbúgvingin er samstundis hækkað upp í hægsta stig.

Leygardagin fór Agung aftur at goysa, og øskan stóð hálvan annan kilometur upp i loft.

Stúrt verður fyri, at tað fer at goysa uppaftur meira, tí eldgosið er sera virkið, og nógvar spreingingar eru at hoyra.

Myndugleikarnir á Bali upplýsa fyri AP-tíðindastovuni, at neyðugt verður at flyta umleið 100.000 fólk burtur úr vandaøkinum.

Higartil eru umleið 25.000 fólk flutt burtur, og altjóða floghavnin á oynni er stongd.

Agung er hægsta fjall á Bali, og er umleið 3.000 metrar.

Seinast, Agung fór at goysa, var í 1963, og tá doyðu meira enn 1.000 fólk. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985