Løgreglan biður um hjálp frá almenninginum

Løgreglan biður um hjálp frá almenninginum
Løgreglan vil hava hjálp frá fólki í samband við eitt harðsskapsmál í Vágsbotni í Havn um vikuskiftið
 
30.11.2017 - 13:21

Ein ungur maður varð álopin og sligin niður, og løgreglan stendur mest sum á berum og vil tí hava hjálp frá fólki, sum vóru í økinum og møguliga hava sæð eitt ella annað, sæst í tíðindaskrivi frá løgregluni.

Hendingin fór fram uttan fyri Kallkyn í Vágsbotni leygarmorgunin 25. november 2017 klokkan 03.44.

Maðurin, sum løgreglan eftirlýsir, er føroyingur, umleið 25 ár, umleið 185 cm, vanliga bygdur, ílatin gráa opna hettutroyggju, svarta blusu/T-shirt, cowboybuksir og renniskógvar.

Maðurin hevði hettu og hevði ein gráligan kepp innanundir. Hann hevði onki skegg men møguliga skeggstubbar, og hann hevði markanta høku og kjálkabein.

Maðurin rann frá staðnum móti Hvonn og víðari inn móti býnum, sigur løgreglan.

Veitst tú nakað um málið, so kanst tú ringja á 114. Tú kanst eisini ringja á 351448. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391