Nýtt Leiklistaráð er sett at stýra Tjóðpallinum

Nýtt Leiklistaráð er sett at stýra Tjóðpallinum
Ingibjørg Berg er forkvinna í nýggja ráðnum, og Jóan Petur Hentze er næstformaður
Nýggja Leiklistaráðið og landsstýriskvinnan í mentamálum.
Mynd: Mentamálaráðið.  
 
18.12.2017 - 12:17

Rigmor Dam, landsstýriskvinna, hevur sett nýtt Leiklistaráð.

Ingibjørg Berg er forkvinna í nýggja ráðnum, og Jóan Petur Hentze er næstformaður.

Hini í ráðnum eru Oddfríður M. Rasmussen, Noomi Reinert, Birna Heinesen, Annfinnur Heinesen og Beinta Clothier.

Leiklistaráðið er stýrið hjá Tjóðpalli Føroya,  tað setir stjóran har og hevur aðrar yvirskipaðar uppgávur í sambandi við yrkisleiklist og leiklist sum heild.

Ein av fyrstu uppgávunum hjá ráðnum verður at gera tilmæli til landsstýriskvinnuna um listafólkaløn í 2018, sum er nýggi stuðulin til yrkisleiklist. 

Leiklistaráðið er sett fyri trý ár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717