Yngri kvinnur sleppa í nýggju bretsku stjórnina

Yngri kvinnur sleppa í nýggju bretsku stjórnina
Sambært bretskum fjølmiðlum skulu fleiri yngri kvinnur sleppa framat, umframt politikarar av øðrum, etniskum uppruna
Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, fer í morgin at umskipa bretsku stjórnina.
Mynd: theguardian.com  
 
07.01.2018 - 12:37

Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, fer í morgin at umskipa stjórnina.

Bretskir miðlar gita, at endamálið við umskipanini er at fáa eina stjórn við breiðari, fólksligari undirtøku.

Tó verður ikki roknað við, at tyngstu ráðharrasessinir - tað eru uttanríkisráðharrin, fíggjarmálaráðharrin, innanríkisráðharrin og serligi ráðharrin fyri Brexit - verða skiftir út.

Konservativi flokkurin hjá Theresu May fekk ein frammaná á tjóðartingsvalinunum í fjørsummar, og tað var um reppið, at flokkurin misti valdið. 

Umskipanin av stjórnini skal vera ein roynd hjá May at styrkja Konservativa flokkin, meta bretskir miðlar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203