- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tilfar til fundin ikki klárt, tí er hann útsettur

Tað gongst illa hjá nýggja meirilutanum á Tvøroyri at fáa nevndirnar í býráðnum valdar av nýggjum.
Kanska noyðast tey at bíða til 31.januar.
Nú hava tey biðið um eykabýráðsfund sum skjótast.
Býráðsfundurin, sum skuldu vera í dag, er fyribils útsettur.
Tilfarið til fundin er ikki klárt, sigur borgarstjórin.
Eykabýráðsfundur
Meirilutin í býráðnum á Tvøroyri hevur nú biðið um eykabýráðsfund sum skjótast, so til ber at velja nevndirnar í býráðnum.
Meirilutin hevur eisini sent borgarstjóranum og kommunustjóranum skriv um býráðsfundin í dag, sum varð úsettur uttan grundgeving.
Meirilutin er misnøgdur við hesa avgerð.
Skrivið er gjørt við vegleiðing frá Innlendismálaráðnum, sum hevur kommunumálini í landsstýrinum.
At ein býráðsfundur er útsettur uttan grundgeving er í stríði við kommunustýrislógina, sigur meirilutin í brævinum til borgarstjóran og kommunustjóran.
Fyribils útsettur
Býráðsfundurin á Tvøroyri, sum skuldi vera í dag kl.17.00, er fyribils útsettur.
Kristin Michelsen, borgarstjóri, sigur, at býráðsfundurin er útsettur, tí ymiskt tilfar manglar til fundin.
Hann vil ikki siga, hvat fyri tilfar, talan er um. Heldur ikki, hvørji mál eru á dagsskránni.
Tilfarið er ikki klárt í dag, tí jól og nýggjár hava verið, og fólk hava verið upptikin, sigur borgarstjórin.
Kristin Michelsen vil heldur ikki siga, nær fundurin verður, bara, at hann verður í januar. Og nevndarval verður á dagsskránni.
Nevndarval
Nevndirnar í Tvøroyrar býráði skuldu annars veljast av nýggjum í dag.
Upprunaliga ætlaði nýggi meirilutin á Tvøroyri at velja nevndirnar 29.desember, men tað vildi borgarstjórin ikki.
Tá fekk hann ført í gerðarbókina, at hann vísti ikki aftur ynskinum um at skipa nevndirnar av nýggjum, men at málið verður viðgjørt á fyrstkomandi fundi í býráðnum tann 8.januar 2018.
Tað varð tað so av ongum.
Eina ferð í januar
Nýggi meirilutin á Tvøroyri, sum eru Bjarni Hammer, Bogi Johannesen og Súsanna Bertholdsen úr Javnaðarflokkinum, og Kristina Roest, sum varð vald á Borgaralistanum, vildu annars, at nevndarnir vóru skipaðar av nýggjum í dag.
Men tað verður so ikki í dag, at nevndirnar verða valdar av nýggjum, tí býráðsfundurin er útsettur.
Kristin Michelsen sigur, at býráðsfundurin verður í januar, tí lógin sigur tað.
Kommunustýrislógin sigur, at kommunustýrið hevur vanliga fund eina ferð um mánaðin.




























