Fakfeløgini viðgera støðuna

Fakfeløgini viðgera støðuna
Seinnapartin fara fakfeløg at umrøða støðuna á arbeiðsmarknaðinum, nú Pedagogfelagið er í verkfalli og verkbanni á fimtu viku.
 
09.01.2018 - 08:08

Fakfelagssamstarvið bjóðar til kunnandi fund í Smæruni klokkan fýra seinnapartin.

Súni Falkvard Selfoss, sum er formaður í Starvsmannafelagnum, sigur í stuttari viðmerking í morgun, at fakfeløgini fara fyrst og fremst at umrøða støðuna, men eisini um onnur fakfeløg eiga at seta tiltøk í verk.

Tað kann bæði vera mótmælisgongur og samhugaverkfall.

Eingi útlit fyri semju í bræði

Tað stendur framvegis í botni í samráðingunum millum Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Pedagogfelagið.

Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at útlit eru ikki fyri veruligum samráðingum, sum støðan er nú, tí hvørgin parturin er sinnaður at flyta seg.

Javnaðarmenn gera vart við seg

Í gjár legði ein samgongutingmaður seg út í sáttmálatrætuna millum Pedagogfelagið og arbeiðsgevararnar.

Djóni Nolsøe Joensen úr Javnaðarflokkinum skrivar í almennum skrivi, at lønarkravið hjá Pedagogfelagnum sigst vera átta milliónir krónur.

Tá hugsað verður um, hvussu skjótt slíkar upphæddir ofta verða avgreiddar í løgtinginum og stóru kommununum, so er tað óskiljandi, at hetta ikki skal bera til, tá talan er um starvsfólk, sum hava ein so týðandi leiklut í samfelagnum, heldur Djóni Nolsøe Joensen, sum er tingmaður fyri Javnaðarflokkin.

Eisini Heðin Mortensen, sum er tingmaður fyri Javnaðarflokkin, heitir nú á landsstýriskvinnuna Kristinu Háfoss og Anniku Olsen, forkvinnu í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, um sum skjótast at fáa gongd á aftur samráðingarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028