Mentanarvirðislønin 2017 latin Barbaru í Gongini

Mentanarvirðislønin 2017 latin Barbaru í Gongini
Mentanarvirðisløn Landsins 2017 er latin Barbaru í Gongini, sniðgeva.
Mynd: Birgir Kruse  
 
24.01.2018 - 15:52

Í kvøld, mikukvøldið 24. januar 2018, handar Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, Mentanarvirðislønir Landsins fyri 2017.

Tríggjar virðislønir verða handaðar á almenna tiltakinum, sum er í Bygdarhúsinum í Miðvági. Tær eru Virðisløn til Ungt listafólk, Heiðursgáva Landsins og Mentanarvirðisløn Landsins.

Mentanarvirðisløn Landsins 2017 Barbara í Gongini, sniðgevi, fær Mentanarvirðisløn Landsins fyri 2017.

Mentanarvirðislønin verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik og er 150.000 kr.

Í grundgevingini stendur millum annað:

Við íblástri úr føroysku náttúruni, skiftandi veðurlagi og tí sparsemi, ið stendst av avmarkaðum tilfeingi, gongur hon á odda innan burðardygga klædnavinnu. Við eini fjøltáttaðari arbeiðsgongd, ið umfatar fleiri nýskapandi hugskot innan formgávu, tilfar, framleiðslu og klædnanýtslu, er Barbara í Gongini farin egnar leiðir.

Her er øll grundgevingin:

Hon er gløgg og listaliga gávað.

Barbara í Gongini hevur ment eitt burðardygt, norðurlendskt, avbjóðandi klædnamerki, ið er høgt í metum um allan heim.

Við íblástri úr føroysku náttúruni, skiftandi veðurlagi og tí sparsemi, ið stendst av avmarkaðum tilfeingi, gongur hon á odda innan burðardygga klædnavinnu.

Við eini fjøltáttaðari arbeiðsgongd, ið umfatar fleiri nýskapandi hugskot innan formgávu, tilfar, framleiðslu og klædnanýtslu, er Barbara í Gongini farin egnar leiðir.

Samfelagsligi áhugin og arbeiðið fyri javnstøðu í víðastu merking, eisini við atliti at kyni, religión, seksualiteti og aldri, eyðmerkir hennara hugsanar- og arbeiðshátt í skapanini av klæðum á høgum listaligum støði.

Í støðugum samstarvi við list og listafólk dregur Barbara í Gongini fram tað eyðkenda við plagginum. Hon ber tað saman við tann livandi kroppin og skapar klæðir og tilhoyr, ið geva menniskjanum frælsi at bjóða siðvenjuni av og at menna sín egna samleika.

Fyri listaliga og evnaríka avrik sítt fær Barbara í Gongini Mentanarvirðisløn Landsins 2017.

Dómsnevndin

Ein dómsnevnd við umboðum úr ymsum listagreinum hevur valt út tey, sum í ár hava fingið virðislønir. Í dómsnevndini sita Katrina í Geil, Oggi Lamhauge, Knút Háberg Eysturstein, Archibald Black og Martin Næs.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329