Virðisløn til ungt listafólk 2017 latin Konni Kass

Virðisløn til ungt listafólk 2017 latin Konni Kass
Virðislønin til ungt listafólk 2017 er latin tónleikarinnuni Konni Kass.
Mynd: Birgir Kruse  
 
24.01.2018 - 15:58

Í kvøld, mikukvøldið 24. januar 2018, handar Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, Mentanarvirðislønir Landsins fyri 2017.

Tríggjar virðislønir verða handaðar á almenna tiltakinum, sum er í Bygdarhúsinum í Miðvági. Tær eru Virðisløn til Ungt listafólk, Heiðursgáva Landsins og Mentanarvirðisløn Landsins.

Ungt listafólk 2017 Konni Kass, tónleikakvinna, fær í ár virðislønina til Ungt listafólk og tær 50.000 krónurnar, sum fylgja við.

Henda virðislønin verður latin ungum listafólki, sum hevur víst serliga góð evni, og sum hevur gjørt vart við seg á síni listabreyt. Virðislønin verður latin fyri at eggja til framhaldandi virksemi og menning.

Í grundgevingini stendur millum annað:

Konni hevur fingið tónleikin í vøggugávu, og hennara listagávur eru eyðsýndar. Tó røkkur hetta bert til eitt vist, tí miðvíst arbeiði skal eisini til, um røkkast skal á mál. Listaliga virkið hjá Konni prógvar júst, hvussu týðandi tað er at menna tær gávur, ið eru falnar einum í lut, og hvussu tað loysir seg at gera sær ómak í yrkisligu tilgongdini.

Her er øll grundgevingin:

Síðan hon trein inn á føroyska tónleikapallin, hevur Konni Kass longu eyðmerkt seg sum eitt evnaríkt, tilvitað og roynt listafólk í mun til sín unga aldur.

Konni hevur fingið tónleikin í vøggugávu, og hennara evni eru eyðsýnd.

Tó røkkur hetta bert til eitt vist, tí miðvíst arbeiði skal eisini til, um røkkast skal á mál. Listaliga virkið hjá Konni prógvar júst, hvussu týðandi tað er at menna tær gávur, ið eru falnar einum í lut, og hvussu tað loysir seg at gera sær ómak í yrkisligu tilgongdini.

Fyrst fór hon á tónlistaskúla í Svøríki, síðan setti hon sjøtul á yrkisleiðina sum oddakvinna í egnum bólki. Saman við bólkinum hevur Konni ment sín egna stíl, har allir tættir hanga saman: rødd, lagsmíð, tekstir, ljóðmynd, framførsla, myndir, grafikkur, klæði og rørslur.

Miðvísa arbeiðið hevur vunnið Konni og bólkinum viðurkenning bæði í Føroyum og uttanlands.

Í 2017 var hon tríggjar konsertferðir í Evropa. Harumframt hevur bólkurin spælt á fleiri festivalum í Norðurlondum og Evropa, og fyri framman standa uppaftur fleiri framførslur. Konni Kass var kosin ársins nýggja navn á “FMA - Føroysku Tónlistavirðislønunum” í fjør. Rósta debutútgávan Haphe kom út á plátufelagnum Tutl í 2016, og Konni og bólkurin eru longu farin í gongd við næstu útgávuna.

Fyri miðvísa, listaliga og evnaríka arbeiðið fær Konni Kass heiðurin Ungt listafólk 2017.

Dómsnevndin

Ein dómsnevnd við umboðum úr ymsum listagreinum hevur valt út tey, sum í ár hava fingið virðislønir. Í dómsnevndini sita Katrina í Geil, Oggi Lamhauge, Knút Háberg Eysturstein, Archibald Black og Martin Næs.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286