Undirtøkan fyri norska javnaðarflokkinum minkar

Undirtøkan fyri norska javnaðarflokkinum minkar
Flokkurin hevði fingið 22,7 prosent av atkvøðunum í dag. So vánalig hevur undirtøkan hjá flokkinum ikki verið síðani í 2003.
 
27.01.2018 - 16:49

Hóast norski javnaðarflokkurin í fleiri ár hevur verið í andstøðu, so minkar undirtøkan støðugt ímillum norsku veljararnar.

Ein meiningakanning sum júst er gjørd, vísir, at flokkurin hevur eina afturgongd uppá meir enn trý prosentstig, í mun til eina líknandi kanning herfyri, og flokkurin hevði nú fingið 22,7 prosent av atkvøðunum. So vánalig hevur undirtøkan hjá flokkinum ikki verið síðani í 2003.

Flokkurin hevur verið í andróðri seinastu tíðina, tí skuldsetingarnar eru nógvar um óflýggjaskap, og tað hevði herfyri við sær, at næstformaðurin í flokkinum, Trond Giske, legði frá sær.

Eisini í stjórnarflokkunum, Høgra og Framburðsflokkinum, eru fleiri fráboðanir komnar seinastu tíðina um óflýggjaskap, og tí kunnu teir flokkartnir eisini rokna við at fáa mótstøðu í fólkinum á meiningakanningum sum verða gjørdar í næstum.

Alt annað vildi verið løgið, sigur valgranskarin, Bernt Aardal.

Flokkurin Vinstri, sum eisini er við í samgonguni, missir undirtøku, og var val nú, so hevði flokkurin verið undir sperrumarkinum.

Eftir kanningini hevði Høgri flokkurin fingið 30,4 prosent av atkvøðunum, og verið nógv størsti flokkur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006