Bakkafrost yvir hálva milliard í vinningi í fjør

Bakkafrost yvir hálva milliard í vinningi í fjør
Raksturin setti met í fjør, men laksaprísurin fall nógv í seinna hálvári
Bakkafrost hevði stíva hálva milliard í vinningi í fjør eftir skatt.
 
20.02.2018 - 06:59

Bakkafrost hevði góða hálva milliard í vinningi eftir skatt í fjør.

Vinningurin var 511 milliónir krónur.

Regin Jacobsen, stjóri, sigur, at árið 2017 var gott, hóast laksaprísurin lækkaði nógv seinna halvárið.

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrosti í 2017 setti met. 

Tað var eina milliard og 378 milliónir krónur. 

Í 2016 var rakstrarúrslitið eina milliard og 165 milliónir.

Avbjóðingar

Nakrar avbjóðingar vóru í 2017 umframt lækkandi prísin.

Illgruni um ILA-sjúku gjørdi, at Bakkafrost noyddist at taka allan alifiskin á einum øki í skundi fyri at tryggja, at sjúkan ikki breiddi seg. 

Fiskurin varð tikin, áðrenn hann hevði fingð røttu vektina.

Nettoskuldin hjá Bakkafrosti var 258 milliónir krónur við ársenda 2017. Hon var 635 milliónir krónur við ársenda 2016. 

Endurfíggja lán

Bakkafrost hevur í januar í ár gjørt avtalu við Nordea um at endurfíggja verandi lán, sum er 850 milliónir krónur og 500 millióna virðisbrævalánið, sum fellur til gjaldingar í fyrsta ársfjórðingi í ár.

Avtalan er eitt nýtt fimm ára lán, sum er 200 milliónir evrur, sløk hálv onnur milliard krónur.

Bakkafrost ætlar at taka 51.000 tons av laksi í kruvdari vekt í ár.

Felagið ætlar at seta út fýra milliónir fleiri smolt í ár, enn sett vórðu út í fjør.

Á ársaðalfundinum, sum verður 13.apríl, fer nevndina at skjóta upp, at 10,50 krónur verða goldin í vinningsbýti fyri hvørt partabræv. 

Vinningsbýtið verður 513 mió. kr.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595