Undirtøka fyri fátækamarki í Grønlandi

Undirtøka fyri fátækamarki í Grønlandi
Samgonguflokkarnir í Grønlandi eru fyri at seta eitt fátækamark í verk. Tað skrivar grønlendska kringvarpið, KNR
 
01.03.2018 - 14:40

Ein frágreiðng er gjørd um fátækadømi í Grønlandi, og hvat gerast kann, og tilmælið er, at breið politisk semja má verða, áðrenn eitt fátækamark verður sett í gildi.

Í samgonguni í Grønlandi sita tríggir flokkar: Siumut, IA og Partii Naleraq, og KNR skrivar, at allir tríggir flokkar eru fyri at seta fátækamark í gildi. 

Men í andstøðuni er ivasemi um ætlanina.

- Vit ivast í, hvat eitt slíkt mark skal brúkast til og hvussu tað kann hálpa. Ella um tað bara skal brúkast til at vaksa um veitingarnar, sigur Nivi Olsen frá Demokratunum.

Í frágreiðingini stendur, at eitt fátækamark ikki má standa einsamalt, men at kvalitativar greiningar eisini mugu gerast av, hví fátækadømi íkemur, og hvørjar avleiðingarnar eru, skrivar KNR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290