Eingin greiður vinnari í Italia

Eingin greiður vinnari í Italia
Nýggja Fimmstjørnurørslan verður størsti flokkur í Italia, meðan miðhøgra samgongan við Berlusconi fær flestu atkvøður, men ikki meiriluta
Skemtarin Beppe Grillo stendur á odda fyri Fimmstjørnurørsluni, sum helst verður størsti flokkur í Italia eftir tjóðartingsvalið í gjár
Mynd: Scanpix  
 
05.03.2018 - 06:41

Ongin greiður vinnari er funnin á italska stjórnarvalinum í gjár. Mið-høgra samgongan saman við Forza Italia, sum er flokkurin hjá fyrrverandi stjórnarleiðaranum Silvio Berlusconi, saman við øðrum fáa flestu atkvøðurnar, men ikki meirilutan.

 

Samstundis sær út til, at Fimmstjørnurørslan hevur fingið eitt sera gott val og verður størsti flokkur.

 

Hóast uppteljingin ikki er liðug, hevur sitandi stjórnarflokkurin, Partito Democratio, longu viðurkent tapið, skrivar Ritzau.

 

Sambært kanningum á valstøðunum fær sitandi stjórnin um 20 prosent av atkvøðunum, meðan mið høgra samgongan fær 35,5 prosent. Alt bendir á, at størsti flokkur verður Fimmstjørnurørslan við 32,5 prosentum.

 

Sostatt er ongin greiður vinnari á valinum, og politiskir viðmerkjarar í Italia siga, sambært AP, at hesi kanningarúrslitini benda á, at tað skal samráðast í eyst og vest til tess at fáa ein meiriluta.

 

Greinarin Lorenzo Codogno væntar, sambært AP, at stjórnarsamráðingarnar verða drúgvar og truplar.

 

Hann væntar eisini, at tað fer at ávirka altjóða fíggjarmarknaðurin skeiva vegin, at Fimmstjørnurørslan verður størsti flokkur á italska stjórnarvalinum.

 

Flokkarnir sjálvir bíða við at koma við viðmerkingum til endaliga úrslitið av italska valinum verður almannakunngjørt.

 

Umleið helmingurin av atkvøðunum eru upptaldar nú í morgun. Tað er tó ógreitt enn, nær endaliga úrslitið verður klárt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Dylan 85 (3:4)
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523