Faroe Sea Beauty vann FM í Ungum Virki

Faroe Sea Beauty vann FM í Ungum Virki
Faroe Sea Beauty arbeiðir við at framleiða og selja vakurleikarøkt úr vistfrøðiligari føroyskari rávøru
Faroe Sea Beauty vann FM í Ungum Virki
Mynd: Glasir  
 
10.03.2018 - 14:36

Tað vóru genturnar Bjørt Nielsen, Signa Hansen og Rakul Skaalum, ið myndaðu bólkin Faroe Sea Beauty frá Miðnámi á Kambsdali, sum vunnu FM heitið í Ungum Virki 2018. Hetta skrivar Glasir í tíðindaskrivi.

Ein partur av vinninginum var ein ferð til Keypmannahavnar, har tær fara at umboða Føroyar til Danmarksmeistarakappingina, sum verður tann 18. apríl.

Tilsamans luttóku níggju bólkar í kappingini, og høvdu tey øll sera áhugaverd virkishugskot, sum tey hava arbeitt við, síðani byrjanina av skúlaárinum 2017/2018.

Bólkur nummar tvey var Laksalux frá Miðnámi á Kambsdali, sum framleiðir heilsugóðar matvørur úr føroyskum laksi og gagnnýtir rávøru, ið annars verður beind burtur. Nummar trý bleiv Apatité frá Tekniska Skúla í Klaksvík, sum hevði ment eina serliga skipan til at dyrka plantur og grønmeti, sum annars ikki kunnu vaksa í Føroyum.

Ungt Virki arbeiðir støðugt við at menna undirvísing í íverksetan og at seta fokus á skapanarevnini og eldhugan hjá teimum ungu í Føroyum. Tey ungu fáa møguleika at royna seg sum sjálvstøðug vinnurekandi, har tey læra at fremja hugskot í verki, loysa trupulleikar og síggja møguleikar. Soleiðis menna tey bæði fakligar, persónligar og sosialar førleikar, ið tey koma at brúka seinni í lívinum, sum íverksetar, leiðarar ella starvsfólk, stendur at lesa í tíðindaskrivinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595