Bretland og ES samd um skiftistíðina

Bretland og ES samd um skiftistíðina
Bretska stjórnin og ES hava gjørt eina semju um eina skiftistíð á góð tvey ár eftir 29. mars 2019, tá Bretland endaliga skal fara úr ES. 
 
20.03.2018 - 16:12

Tað skrivar BBC.

Tvey ár verða mett at verða neyðug fyri at Bretland skal hava møguleika at seta tær skipanir og tiltøk í verk, ið verða neyðug eftir at Bretland fer úr ES. Harafturat er lagt upp fyri, at ávís viðurskiftir ikki eru komin endaliga uppá pláss innan 29. mars í næsta ár og partarnir tí fáa tíð, at fáa alt endaliga avgreitt. 

Skiftistíðin er treytað av, at Bretland og ES koma ásamt um hvussu ES limaskapurin hjá Bretlandi skal enda og hvørjar treytirnar verða millum partarnar.

Tað hevur víst seg at verða torført at samráða seg til eina semju millum ES og Bretland, eftir at Bretland valdi at fara úr ES. Tí kemur tað væl við hjá teimum flestu, at tað nú verða tvey ár afturat at fáa viðurskiftini avgreidd.

Tað eru tó ikki øll, ið fegnast. Semjan millum ES og Bretland hevur við sær, at Bretland ikki verður at rokna sum eitt strandaland í fiskivinnusamráðingum fyrrenn í desember 2020. Tó hava bretar tryggja sær, at teir verða tiknir uppá ráð, tá ES skal í fiskvinnusamráðingar, millum annað umboðandi Bretland.

Tað er tó ikki nóg mikið fyri Bertie Armstrong, ið er formaður í skotska fiskimannafelagnum. Hann sigur við BBC, at politiska skipanin hevur svikið fiskivinnusamfeløgini í Bretlandi, tí tey lovaðu teimum at fáa ræði á brestka sjóøkinum í 2019, men at tað nú er útsett í tvey ár afturat.

Niels Wichmann, ið er formaður í danska fiskimannafelagnum, fegnast hinvegin um nýggju avtaluna. Hann sigur við bretskar miðlar, at hetta er ein kærkomin møguleiki hjá øllum pørtum og at hesi bæði árini skulu brúkast til at finna eina semju um atgongd til sjóøki hjá hvørjum øðrum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400