Føraraleysir bilar í Beijing

Føraraleysir bilar í Beijing
Kinesiskir myndugleikar loyva nú føraraleysum bilum at koyra á alfaravegi í Bejing
 
25.03.2018 - 10:41

Fyritøkan, Baidu, sum svarar til Google í Kina, er fyrsta fyritøkan, sum hevur fingið loyvi at royndarkoyra bilar uttan bilførara á almennum vegi í Beijing.

Loyvið er galdandi fyri 33 vegir og kemur fáar dagar eftir, at ein føraraleysur bilur hjá Uber var orsøk til ferðsluvanlukku í Arizona, har ein doyði, skrivar Business Insider.

Gongst sum fyritøkan Baidu ætlar, er royndartíðin liðug, og føraraleysir bilar eru á gøtunum í Kina, í 2019.

Uber hevur steðgað sínum royndum við føraraleysum bilum eftir deyðsvanlukkuna í Arizona, men í statinum California kappast man enn um at vera tann fyrsti við føraraleysum bilum. Har er nýliga gjørd lógarbroyting, sum loyvir royndarkoyring av førarleysum bilum uttan trygdarførara, og hendan avgerð er ikki broytt eftir ferðsluvanlukkuna í Arizona.

Sambært Californskari lóg er ætlanin harafturat, at bilurin skal kunna fjarstýrast. 

Tað hevur fingið brúkararáðið Consumer Watchdog, at finnast at, og tey kalla royndarkoyringinga fyri eitt "lívsfarligt telduspæl”, og stjórin á brúkararáðnum kallar ferðsluvanlukkuna í Arizona fyri eitt "wake-upp-call".

- Hetta vísir greitt, hvørjar avmarkingar eru við føraraleysum bilum, sum ikki hava somu intuitión sum menniskju. Myndugleikarnir mugu kanna gjølla, hvat ein persónur hevði gjørt í júst somu støðu, sigur stjórin fyri Consumer Watcdog, Jamie Court, í samrøðu við sjónvarpsstøðina KCAL 9.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 5. juni
Vikuskiftið 5 juni 2026
209362
Fríggjadag 5. juni
LEITISSTEIN 05.06.2026 (Kóboykex)
209353
Fríggjadag 5. juni
Morgunlestur fríggjadagur 5.juni 2026
208844
Hósdag 4. juni
RagnarRokk 4.juni 2026
208850
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233