Puigdemont er handtikin

Puigdemont er handtikin
Týska løgreglan hevur handtikið fyrrverandi katalanska forsetan, Carles Puigdemont, við markið millum Danmark og Týskland. Tað skrivar DR.
 
25.03.2018 - 12:02

Fyrrverandi katalonski forsetin, Charles Puigdemont, varð handtikin av týsku løgregluni fyrr í dag á tætt við grensuna millum Danmark og Týskland. 

Tað skrivar danska kringvarpið.

Týska tíðindastovan DPA skrivar, at Puigdemont varð handtikin, tá hann var á veg til Týsklands úr Danmark. 

Teir seinastu dagarnar hevur Puigdemont verið í Finnlandi fyri at samráðast við politikarar. Fyrr í dag frættist, at tað eydnaðist honum at koma sær undan finsku løgregluna, og at hann var á veg til Belgia aftur.

Sakførarin hjá Puigdemont váttar á sosiala miðlinum Twitter, at loysingarleiðarin varð afturhildin av týsku løgregluna á veg til Belgia. 

Carles Puigdemont hevur síðani oktober 2017 livað í útlegd í Belgia. Fríggjadagin komu handtøkuboð frá sponsku myndugleikunum, sum kravdu at fáa Puigdemont givnan upp. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744