Ætlan um flogfelag fekk Mærsk at hótta føroyingar

Ætlan um flogfelag fekk Mærsk at hótta føroyingar
Í hesum døgum eru 30 ár liðin, síðani Atlantsflog fleyg fyrsta túrin úr Vágum til Keypmannahavnar
Eyðfinnur Jacobsen var millum teirra, sum samráddust um nýtt flogfelag, og hann var eisini fyrsti nevndarformaðurin í Atlantsflogi
 
30.03.2018 - 18:05

Mærsk Air dámdi einki, at føroyingar arbeiddu við ætlan um at stovna flogfelag fyri meira enn 30 árum síðani.

Einaferð, Atli Dam, løgmaður, sáli, og Eyðfinnur Jacobsen, sum seinni gjørdist fyrsti formaður í nevndini fyri Atlantsflog, vóru staddir í Keypmannahavn, fingu teir fundarboð frá Mærsk Air.

Danair, sum stóð fyri allari innanríkisflúgving um hetta mundið, var eisini við á fundinum. 

Fundurin var á føroysku viðskiftastovuni í Keypmannahavn, og ørindini vóru at fáa føroyingar at gevast við ætlanini um at stovna egið flogfelag.

Teir lótu eisini føroyingarnar vita, at ein slík ætlan kundi fáa avleiðingar fyri føroysku sjómenninar, sum starvaðust hjá Mærsk.

Tað skrivar Eyðfinnur Jacobsen í eini grein í Sosialinum, nú Atlantsflog í hesum døgum hevur 30 ár á baki. 

Hóttanin frá Mærsk Air rein ikki við, og hildið varð fram við ætlanini um at stovna føroyskt flogfelag.

Stovnað í 1987

28. september í 1987 skrivaðu Atli Dam, løgmaður, og Lasse Klein, landsstýrismaður, vegna landsstýrið og Ingolf Nielsen og Hans Ingolf Nielsen vegna Cimber Air undir eina yvirlýsing í Tinganesi um samstarvið um nýggja flogfelagið.

Lasse Klein legði uppskot um at seta partapening í flogfelagið fyri tingið 4. november, og 10. november varð Atlantsflog formliga stovnað. 

28. mars í 1988, also fyri 30 árum síðani, fleyg Atlantsflog fyrstu ferð millum Vágar og Keypmannahavn og aftur.

Cimber dømt at fara úr samstarvinum

Samstarvið við Cimber noyddist tó skjótt at halda uppat, tí Mærsk Air fekk viðhald í einum gerðarrættarúrskurði fyri kravi sínum um, at Cimber, sum partur av Danair, hevði brotið partaeigarasáttmálan, sum varð galdandi fyri Danair, og at Cimber tí skuldi fara burtur úr samstarvinum við føroyingar um Atlantsflog í seinasta lagi 1. januar í 1989.

Men skjótt varð borið at, og níggju dagar fyri, at Cimber skuldi fara burtur úr Atlantsflogi, góvu danskir myndugleikar Atlantsflogi konsessión til rutuflúgving millum Føroyar og útheimin.

Síðani hevur landsstýrið átt allan partapeningin í flogfelagnum.

Búskaparkreppan í Føroyum fyrst í nítiárunum rakti eisini Atlantsflog.

Tað hevði við sær,  at løgtingið samtykti at seta 75 milliónir krónur í nýggjum partapeningi í felagið, og samstundis varð skrásetti partapeningurin upp á 14 milliónir skrivaður niður til 0.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. februar
Líkt er til at oddurin fer at tódna í 2026
204656
Mánadag 23. februar
Orðaval #32: Fyrsta føroyska barnabókin
204638
Mánadag 23. februar
Morgunlestur mánadagur 23.februar 2026
204592
Sunnudag 22. februar
Bolero
204621
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204619
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204615
Sunnudag 22. februar
Andaktin við Rasmusi Petersen
204613
Leygardag 21. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: VÍF - Kyndil
204604
Leygardag 21. februar
Steypafinalan hjá monnum: Kyndil - H71
204607